Inngangur

 

Skála Ítróttarfelag var stovnað 15. mai 1965. Í fundarfrágreiðingini frá stovnandi fundinum, sum varð hildin í gomlu losjuni, stendur at lesa, at Sidonius Joensen beyð fundarfólkinum at vera væl komin til fundar og segði, at fundurin var um at stovna eitt ítróttarfelag í bygdini.
 
Berlina Jacobsen tók undir við ætlanini og vildi gerast limur alt fyri eitt, og tað gjørdi Jørgin Thomsen eisini. Hann skjeyt upp at velja eina nevnd ella stjórn, so ætlanin kundi vera til nakað hesaferð.
 
Nevndin varð vald og í fyrstu nevndina hjá felagnum vórðu vald, Sigvald Kristiansen, Jørgin Bech, Berlina Jacobsen, Jørgin Thomsen og Eliesar Olsen. Tiltakslimir vóru Sidonius Jacobsen og Dánjal J. Joensen.
 
Nevndin skipaði seg við Sigvaldi Kristiansen, sum júst hevði tikið við sum lækni í bygdini, sum formanni, Jørgini Thomsen sum næstformanni, og Eliesar Olsen sum kassameistara og skrivara.
 
Tá felagið varð stovnað, var kappróður í bygdini, men hann var í læntum báti, so skráin hjá felagnum var fyrst at fáa egnan bát og síðani at fáa ein fótbóltsvøll í bygdini.
 
Sum greitt frá á øðrum síðum, kom Skálabáturin í 1969 og síðani var farið eftir vøllinum. Hann var liðugur í 1977 og síðani hevur verið siktað eftir 1. deild. Tað málið varð rokkið í 2000 og við góðum arbeiði og neyðugum hepni, telist liðið framvegis millum 10 tey bestu í landinum.
 
Umframt kappróður og fótbólt hevur felagið eisini hýst hondbólti, og vit kunnu enn tá breggja okkum av at hava vunnið bæði FM og steypakapping í fyrstu deild hjá kvinnum.
 
Vit fara at siga eitt sindur frá søguni um kappróðurin, fótbóltin og hondbóltin. Hvat, kanst tú síggja við at trýsta á leinkjuna úti í vinstra borði.
 
Tey, sum liggja inni við upplýsingum og myndum um felagið gjøgnum tíðirnar, eru altíð væl komin at seta seg í samband við felagið.
 

Klikk á "UppTakt.."

 

 

 
Skála Ítróttarfelag - www.skalaif.fo - webmaster: webbie@skalaif.fo.    Stjórna
knassar heimasíðuloysn