Upptaktin ...

 

Til upptaktina ber til hjá tær at senda tínar við-merkingar, ískoyti ella serligar upp-lýsingar.

        ******

 

Rættingar ella ávísing á mang-lar eru altíð meiri enn hjartaliga vælkomnar.

        ******

 

Send tína við-merking, ískoyti v.m. til:

upptakt@ellivu.com 

 

Upptakt no.: 07FOD04        NÝGGJ UPPTAKT HVØNN FRÍGGJAMORGUN

 

 

 16. umfar: AB - SKÁLA

  

 

Her eigur sigurin at vera í eygsjón  

 Hóast AB ikki færri enn tvær ferðir hevur koppað B36, so sigur tað ikki meiri enn sum so, at teir hava tak á B36. Dysturin í Klaksvík mikukvøldið vísti hinvegin, at AB er eitt lið, har einki hongur saman.

 

 

Einasta kjansin AB hevði allan dystin, brendi Allan Mørkøre so tað stóð gummiroykur frá. Skora teir ikki uppá ein slíkan møguleika, verður Predrac arbeiðsleysur sunnudagin.

 

Ikki tí, AB hevur nógv gott fólk og ein hin allarbesta teknikkarin í landinum, Bjarna Jørgensen, sum er eitt satt upplivilsi við einum bólti. Men líkamikið, tí hvørja ferð Bjarni hevði gjørt alt forarbeiði og sendi bóltin víðari, fór alt upp í gúpp, skall í tóma luft og klumpspæl. Hørð orð, men tíanverri sonn tí AB hevur skift ov nógv fólk og standa við einum hópi, sum nóg illa kennir hvønn annan aftur á vøllinum. 

  

Men eitt er teori, annað er praksis. Hetta hava vit sannað ferð eftir ferð tá ein sigur so at siga hevur verið vísur áðrenn dysturin nakrantíð er bríkslaður í gongd og tá so seinasta bríkslið ljóðaði, var alt vent á høvdinum. Heimaftur á Skála við særdum stoltleika tí vit taptu móti “taparanum”. 

 

Hin vegin er tað helst at taka munnin ov fullan at siga, at nakar vandi er fyri nøkrum avsmurningi á Argjum komandi sunnudag. Liðið, sum kundi verið so gott, liðið við so nógvum góðum spælarum er handikappað av, at liðið ongantíð seinastu nógvu vikurnar hevur havt so mikið av friði, at møguleikin at spæla liðið saman hevur verið til staðar. Hetta er dráp fyri eitthvørt lið, AB ella HB, og tað skal ikki undra um hetta eisini verður banasárið hjá EB/Streymi, at teir nú seta tveir nýggjar póllendingar inn á liðið. Ikki sørt av misáliti á verandi føstu spælarar.

 

Tað var eitt sindur øðrvísi við Skála, tí Debes og Bárður báðir hava spælt við Skála og kenna hinar á liðnum so mikið væl, at eingin tilvenjing var neyðug. Annars høvdu vit lætt enda í somu støðu sum AB og HB. Støðan er nóg ring sum er.

 

Álvaratos, so trúgvi eg uppá alt annað enn eitt tap á Argjum, heldur ikki nú hvørki Pauli ella Levi eru við á miðvøllinum. Pauli er farin í heitari sjógv og Levi var so óheppin at bróta nøsina á Sandi, so hóast ein søtan sigur, fekk Levi so at siga “eina langa nøs” afturfyri. Men hann kemur skjótt aftur og aftaná summarsteðgin er liðið fullmannað, skaðafrítt og fit for fight. 

 

So SKÁLA, eina góða summarferiugávu, eina til tykkum, eina til okkum og eina til Hans Jákup afturfyri, at hann stríðist við at skriva klagur og skaffa pening, tilsamans tríggjar gávur. Argjamenn fáa onga gávu í hesi umbering! Altso: 3-0 og 3 kærkomin stig.

 

Forrestin dreingir, Lovisa kemur aftur og er føst á liðnum eftir summarsteðgin!!! 

 

webbie 

 

 

 
Skála Ítróttarfelag - www.skalaif.fo - webmaster: webbie@skalaif.fo.   
knassar heimasíðuloysn