![]() |
|||||
FM fyri Old Boys 2006. Kappingin varð hildin á Strondum leygardagin 16. september 2006 og varð fyrsta FM-kapping, sum nakrantíð er hildin á Strondum. Liðini, sum luttóku í hesi søguligu kapping, vóru SÍF, B68 og Skála.
Eirikur Joensen ...
... handar Tummasi Johannesen ...
... steypið sum prógvar, at Skála er føroyameistari hjá gomlum dreingjum í 2006. Hjartaliga til lukku, dreingir ...
Her er liðmynd ...
Her er ein, sum er eitt sindur øðrvísi ...
Og upp aftur ein triðja, sum minnir nokk so nógv um. Teir vóru fegnir, og tað høvdu teir ætlan rætt til...
Og so varð farið inn í bygdarhúsið at fáa sær okkurt niður um, og eitt gott prát. Eitt kappingarár er komið at enda, og veturin stendur fyri durum. Nú verður farið inn um at spæla í nakrar mánaðir, áðrenn tørnað verður til aftur uttandura. Takk fyri í ár, hinir gomlu ... | |||||
|
|||||