![]() |
|||||
FM fyri Old Boys 2006. Kappingin varð hildin á Strondum leygardagin 16. september 2006 og varð fyrsta FM-kapping, sum nakrantíð er hildin á Strondum. Liðini, sum luttóku í hesi søguligu kapping, vóru SÍF, B68 og Skála.
Her var ikki nógv út at geva. Rasmus og Artur hyggja at, meðan Anfinn rakar kastanjurnar úr eldinum. Sandavágsmenn ørkymlast av góða málmanninum...
Í hesum føri minti mest um málskjótingina hjá Formulaliðnum. Bólturin dansaði á sjálvari mállinjuni, so Álvur og Robert vóru heilt bleikir til endans...
Her dansar Robert Thomassen "line-dans", eftir at Jónhard hevur skallað móti málinum. Inn vildi bólturin ikki og hesa løtuna sá hættisligt út.
SÍF hevði ikki tapt ein dyst á árinum, tá teir komu inn á Strendur. Teir vunnu ikki á Strondum, spældu ein javnan og taptu ein - sjálva finaluna. Tað hevði við sær, at B68 endaði á øðrum plássi og SÍF á triðja...
Hesin garpurin setti Føroyar á fótbóltsheimskortið tann minniliga dagin 12. sep- tember 1990. Ferðin er ikki tann sama, sum tá hann í 62. minutti rann frá allari eysturríkisku verjuni, men viljin og máltevið er framvegis har. Torkil Nielsen fær bronsumerkið hongt um hálsin.
Dómari, røðari, steypahandari og heiðursmerkjahandari. Alt tað var Eirikur Joensen henda frálíka heystdagin úti á Strondum. Og hann loysti allar uppgávurnar til UG...
Her er tað málverjin sum fær sítt væl uppiborna heiðursmerkið. Nakrir hava fingið, aðrir standa spentir og bíða ... | |||||
|
|||||