FM fyri Old Boys 2006. Kappingin varð hildin á Strondum leygardagin 16.

september 2006 og varð fyrsta FM-kapping, sum nakrantíð er hildin á

Strondum. Liðini, sum luttóku í hesi søguligu kapping, vóru SÍF, B68 og Skála.

 

 

Toftamenn vistu ikki hvat teir skuldu halda, tá teir vardu fyri Skála í fyrsta

dystinum. Her er tað Jónhard sum søkir at, meðan Per spentur bíðar fyri at

síggja, um nakað dryppar av til hansara...

 

 

Toftamenn vóru nú heldur ikki eiðasørir í álopinum. Her er tað gamli málrevurin

Aksel Højgaard sum søkir at, men Kaj Otto ætlar sær ikki at leggja kongin...

 

 

Áskoðararnir vóru ikki so nógvir til fyrsta dystin, tá tað regnaði nokk so fitt.

Tá finalan varð leikt seinni út á dagin vóru nógv fleiri áskoðarar.

 

Anfinn hevur mangan prógvað, at tað er dugur í honum í málinum. Fleiri ferðir lá

hann skerflatur í luftini, og hann átti snøgt sagt lívið í okkara monnum í fleiri

førum. Her hevur hann steðgað toftamonnum.

 

 

Pole hyggur at meðan Jónhard søkir at. Men í hesum føri gjørdi tað sama, tí mál

spurdist ikki burtur úr. Samanlagt eydnaðist tó at vinna á B68...

 

 

Ingolf Petersen vísir her sandavágsmonnum, hvussu teir skulu gera mál. Tað

lærdu teir av, tí dysturin endaði 2-2...

 

 

Stjórin stóð so einsamallur undir húsavegginum meðan B68 og SÍF spældu.

Onkur legði hann undir at leggja taktikk til dystin móti SÍF, men um tað var

so grelt, ja, tað vita vit ikki...

 
Skála Ítróttarfelag - www.skalaif.fo - webmaster: webbie@skalaif.fo.   
knassar heimasíðuloysn