![]() |
|||||
Pauli spćldi viđ einum snuddi í řkslini og tađ darvađi hann. Her verđur hann skiftur út viđ Debes, sum veruliga sett futt í, tá hann kom inn.
Skála byrjađi viđ einum manni frammi, men her standa fleiri og bíđa eftir, at bólturin verđur sparkađur fram eftir vřllinum.
Alexandur var kanska ikki rćtti mađurin at hava viđ aftaru stong, tá bólturin, sum varđ sendur inn fyri var so hřgt uppi sum hesin er tađ. Hann hevđi ongan kjans at fáa fatur á honum, og so kundu norđmenn anda lćttari aftur.
Tađ kom óvart á fleiri, at Johan valdi at seta Erland Berg Danielsen á vřllin seinastu minuttirnar. Hetta var hansara fyrsti teljandi dystur fyri 1. liđ hjá Skála, og neyvan mundi hann rokna viđ, at hann skuldi debutera í Evropa Cup. Erland kom vćl frá uppgávuni ta lřtuna hann var inni.
Dagin eftir dystin fekk válandi mađurin á myndini at vita, at hann ikki longur var venjari hjá Start. Tom Nordlie fekk sekkin og tí var dysturin móti Skála tann seinasti hjá honum. Tađ er skjótt hvřnn vegin í fótbólti. Í fjřr var Nordlie um reppiđ at gerast hetja í Kristiansand ...
Fyrri dysturin í fyrsta umfari av Evropa Cup 2006/2007 er liđugur...
So er bara eftir at takka fyri dystin...
Střrsta smíliđ átti tó hesin mađurin. Hann var viđ í hópinum á fyrsta sinni, og slapp inn at spćla nakrar minuttir. Erland fylti 16 fyri stuttari tíđ síđan, og má tí sigast at vera ein framtíđarmađur hjá Skála. Hjartaliga til lukku viđ fyrsta dystinum, Erland. | |||||
|
|||||