![]() |
|||||
Liðskiparin, Pauli G. Hansen, nýtir ein steðg í spælinum til at fara út at fáa sær ein vatnsopa. Ein slíkur dystur krevur nógva vætu...
Skála fekk eitt fríspark, beint uttan fyri brotsteigin, tá Bogi var hálaður umkoll. Onkur helt tað vera innanfyri, men walisiski dómarin, sum kom væl frá uppgávuni, var púra vísur í at tað var uttanfyri. Her roynir Alex at lyfta bóltin upp um múrin.
... og her er hann so á veg í skiftirúmið í steðginum...
... og tað eru hinir eisini...
Eisini áskoðararnir sluppu sær innum. Her sita vippararnir og fáa sær ein kaffimun at hita sær kroppin, tí sjálvt um veðrið var rættiliga gott, so var tað kortini eitt sindur køli, at hyggja at fótbólti á Svangaskarði...
Landsliðsvenjararnir báðir, Jógvan Martin Olsen og John Petersen, vóru eisini komnir út á Svangaskarð at hyggja at evropeiskum dysti.
Hetta borðið ognartóku fjølmiðlamenninir. Nakrir frá Sosialinum, onkur frá Dimmu, onkur frá Sjónvarpinum og so onkur sum var vilstur. Verner sær út, sum hann dansar fyri fjølmiðlunum...
Viplosjan. Her stendur "tað betra" fólkið tá dystur er. Formaðurin hevur longu funnið sær rókina at standa á, saman við øðrum góðum fólki.
| |||||
|
|||||