![]() |
|||||
Um fótbóltin ... ...
Sjálvt um tađ var kappróđurin, sum í síni tíđ setti ferđ á tankarnar um eitt ítróttarfelag á Skála, er tađ í dag fótbólturin, sum er einasta ítróttargreinin hjá felagnum. Í kreppuárunum varđ gjřrt av at skilja fótbólt og kappróđurin sundur í tvey felřg og soleiđis er skipanin enn.
Tá felagiđ var stovnađ, spćldu skáladreingir, t. d. Hans Jákup Andreasen, Sřrin Christiansen, Asbjřrn Mikkelsen og ađrir góđir menn, fótbólt, men teir sluppu ikki at taka lut í landskappingini.
Seinni sluppu garparnir, sum í síni tíđ lřgdu lunnarnar undir skipađa fótbóltin í bygdini, at royna seg í landskappingini og tađ var um reppiđ, at Skála longu fyri nógvum árum síđani endađi í bestu deildini. Men tađ miseydnađist og tí skuldi drúgv tíđ ganga til Skála vann sćr innivist millum tey bestu liđini.
Sjálvt um menninir sum í dag fara viđ umtaluni í fótbólti, eru tađ kvinnurnar sum hava gjřrt mest um seg. Í 1990 gjřrdust tćr fřroyameistarar á fyrsta sinni og tvey ár seinni endurtóku tćr bragdiđ, samstundis sum tćr vunnu steypakappingina. Tí hevur Skála longu vunniđ eina greipu í fótbólti. Eisini í yngru deildunum hava kvinnurnar gjřrt nakađ um seg. Gentur 10-12 gjřrdust fřroyameistarar í 2002 og 2003 og pinkurnar hava vunniđ tríggjar ferđir, í 1992, 2002 og 2003.
Menninir mangla enn at vinna tađ heilt stóra. Fjórđa deild vann í 1985 og í 2002 og triđja deild vann í 1998 og 2000. Í 2001 framdu menninir tó tađ bragd, at liđiđ leikti seg upp í bestu deildina umvegis eitt annađ pláss í ađru deild og kvalifikatiónssigrar á B71. Sjálvt um tvey tey fyrstu árini í bestu deildini vóru ógvuliga tung, tykist liđiđ nú at hava fótađ sćr, tí í 2004 endađi liđiđ á triđja plássi, vann bronsu og rćtt til at spćla í Intertoto kappingini.
Men tađ er eitt kapittul fyri seg...
| |||||
|
|||||