![]() |
|||||
Máááááál ...
Tađ týdningarmiklasta í einum fótbóltdysti er sum kunnugt málini, og tey vilja řll sjálvandi síggja. Tey sum ikki eru til dyst hava sjálvandi ikki tann mřguleikan og tađ fara vit at royna at břta upp á tá tađ liggur fyri.
Vit hava nú fingiđ fatur á řllum málunum hjá Skála, sum eru komin á band. Tey einastu málini vit ikki hava, eru tey frá seinna dystinum móti GÍ í Gřtu, men vit hava skilt, at hann varđ ikki tikin upp, tíverri. Vit vóna tó, at tit hugna tykkum viđ málunum.
Latiđ okkum frćtta, um onkrir tekniskir trupulleikar eru í hesum sambandi.
Mál í 2006:
12.08.2006 B68 - Skála 2-4 (1-3)
Annan dystin á rađ skorađu okkara menn fýra mál í einum dysti. Hesaferđ var tađ á Toftum, og dysturin var í roynd og veru avgjřrdur eftir fyrsta korteriđ.
Alex til 1-0 Alex til 2-0 Jónhard til 3-0 Jónhard til 4-1
28.05.2006 Skála - B68 1-0 (1-0)
Enn einaferđ skorađu okkara mál řgiliga tíđliga í dystinum, men tíbetur eydnađist hesaferđ at halda fast til dysturin var lokin.
25.05.2006 Skála - NSÍ 1-0 (1-0)
Viđ sigri á NSÍ kundi Skála spćla seg í hálvfinaluna í kappingini um lřgmanssteypiđ. Og sjálvt um gongdin higartil kanska ikki gav orsřk til bjartskygni, so var einsamalla máliđ hjá Levi nóg mikiđ til sigur í hesi grannauppgerđini.
21.05.2006 Skála - ÍF 1-2 (1-0)
Bara 10 sekund gingu frá tí, at dómarin hevđi bríkslađ til Bjarni hevđi skallađ bóltin í máliđ til 1-0. Kortini var tađ ikki nóg mikiđ til sigur, tí ÍF skorađi tvey mál í seinna hálvleiki og vann tí 2-1.
07.05.2006 Skála - GÍ 1-2 (0-2)
Dysturin móti GÍ undirstrikar, hví tađ er so neyđugt, at dómararnir eru sína uppgávu vaksnir. Tađ vóru teir als ikki til henda dystin, sum fór av sporinum longu í fyrsta minutti. Skála hevđi nógv spćl, men fekk tíverri ikki stig burturúr.
13.04.2006, Skála - VB/Sumba 5-0 (2-0)
Fyrsti sigurin í hesum kappingarárinum kom til hřldar í hesum dystinum. Skála vann viđ fimm málum, men kundi líka so vćl havt vunniđ viđ nógv fleiri, um menn vóru effektivari.
Alex til 1-0 Alex til 2-0 Poul N. til 3-0 Jónhard til 4-0 Pauli G. til 5-0
------------------------------------------------------------------------------------------------------------------ Mál í 2005:
16.10.2005, EB/Streymur - Skála 0-1
Tey fćgstu mundu roknađ viđ, at Skála fór at vinna henda sera trupla dystin. Tađ gjřrdu teir kortini viđ einum máli, sum Nenad gjřrdi tíggju minuttir áđrenn leiklok. Tí livir vónir um FM framvegis á Skála.
26.09.2005, NSÍ - Skála 3-3
Grannauppgerđirnar viđ NSÍ eru nakađ heilt fyri seg. Ongantíđ áđur hevđi Skála fingiđ stig í Runavík, men hesaferđ sá veruliga út til, at tađ skuldi fara at eydnast at fáa řll trý tá Jónhard skorađi til 3-2 tá tađ restađu bara tveir minuttir av vanligu leiktíđini. Tađ helt tó ikki meira enn til ein javnleik, tíverri, og oddasessurin glapp okkum av hondum. Jónhard var dagsins mađur, tí hann gjřrdi řll trý málini.
Jónhard til 1-1 Jónhard til 1-2 Jónhard til 2-3
18.09.2005, Skála - HB, 1-1
Í dag varđ spćliđ gott og var hepniđ viđ, so hřvdu vit kanska fingiđ fleiri mál. Men vit máttu taka til takkar viđ málinum hjá Boga, sum kom eftir, at Jónhard hevđi stríđst seg til bóltin. Okkara gjřrdu eisini máliđ hjá HB.
28.08.2005, Skála - ÍF 2-1
Tađ gekk viđ eymk og fr..! Tađ tykist, sum hava okkara menn altíđ trupult at vinna á ÍF, men hesaferđ eydnađist fyri fyrstu ferđ í ár. Men vit máttu bíđa heilt til seinasta minutt av vanligu leiktíđini fyri at fáa vinnandi máliđ, sum vit fingu viđ brotssparki.
21.08.2005, VB - Skála, 1-5
Vónirnar vóru kanska ikki tćr allar bestu eftir javnleikin móti B36, men okkara menn reistust manniliga í Vági og vunnu stórsigur. Jónhard og Bjarni skorađu hvřr síni tvey og Rói eitt. Tađ var hansara fyrsta í landskappingini.
Jónhard til 0-1 Bjarni til 1-2 Bjarni til 1-3 Jónhard til 1-4 Rói til 1-5
14.08.2005, Skála - B36, 2-2
Dysturin fer avgjřrt ikki í sřgubřkurnar sum tann best leikti dysturin, men hann var ómetaliga spennandi, tí talan var um tvey sera jřvn liđ, sum áttu hvřr sín hálvleik. B36 byrjađi og endađi betur, men tađ var Bogi, sum enn einaferđ skorađi móti B36.
17.07.2005, Skála - EB/Streymur, 1-1
Hetta var aftur ein av teimum truplu dystunum, har liđiđ hevđi nógvar kjansir, men har gestirnir skorađu fyrst í seinna hálvleiki. Pćtur fekk tó javnvág í og bjargađi stiginum.
10.07.2005, Skála - TB, 2-0
TB var á vitjan og teir eru torfřrir at vinna á. Okkara lřgdu tó bragdliga fyri og tíbetur fingu teir skjótt hol á. Uppiborin sigur í einum lítiđ áhugaverdum dysti. Av tí at tađ var stevna, var dysturin eisini steypadystur og steypiđ fingu okkara menn sjálvandi.
03.07.2005, Skála - NSÍ, 3-1
Fyrsti grannasigurin í bestu deildini nakrantíđ. NSÍ byrjađi sum eitt ólřgi viđ máli í fyrsta minutti, men hevđi ikki meira at bjóđa. Okkara fingu trý mál í seinna hálvleiki og vunnu uppiboriđ.
Iulian til 1-1 Pćtur til 2-1 Hanus til 3-1
22.06.2005, HB - Skála, 1-2
Eingin hevđi roknađ viđ, at Skála skuldi fara at syfta HB í Gundadali, har liđiđ ikki hevđi tapt í meira enn eitt ár. Skála hevđi um hetta mundi harđa skrá viđ landskappingardystum og Intertoto hvřrt um annađ. Sigurin í Gundadali henda dagin varđ sřguligur, tí tađ var tann fyrsti nakrantíđ í bestu deildini.
15.06.2005, Skála - KÍ, 4-0
Skála vann ein tryggan 4-0 sigur á klaksvíkingum, sum serliga í seinna hálvleiki vórđu spćldir eftir hćli til hús aftur.
Bogi til 1-0 Bogi til 2-0 Arnhold til 3-0 Bogi til 4-0
29.05.2005, Skála - VB, 3-1
Vágbingar vunnu fyrsta dystin millum liđini í ár og tađ skuldi hevnast. Hanus var í essinum henda dagin viđ tveimum málum.
Bogi til 1-0 Hanus til 2-0 Hanus til 3-1
22.05.2005, B36 - Skála, 2-2
Bjarni tók pippiđ frá B36-arunum, tá hann í fyrsta minutti skorađi sítt fyrsta mál fyri Skála, men tađ helt tíverri ikki. Móti endanum skuldu okkara vera fegnir um, at tađ eydnađist Jónhardi at skora útjavnandi máliđ.
Bjarni til 1-0 Jónhard til 2-2
11.05.2005, Skála - B36, 1-1
Okkara tyktust hava tamarhald á střđuni, eftir at Bogi viđ hřvdinum hevđi lagt Skála á odda. Men tíverri javnađi B36 og dysturin endađi 1-1.
08.05.2005, Skála - HB, 4-3
Tađ gjřrdist ein sera málríkur dystur, tá meitsararnir komu á vitjan. Men Skála vann og tađ var tađ týdningarmiklasta.
Rúni til 1-0 Sjálvmál til 2-0 Milic til 3-1 Jónhard til 4-2
01.05.2005, GÍ - Skála, 2-3
Sjálvt um GÍ var illa spert um mánađarskifti apríl-mai, góvu teir okkara ein skarpan gang. Skála vann tó 3-2 eftir at tveir menn hřvdu skorađ síni fyrstu mál fyri felagiđ. Milic skorađi tađ fyrsta og Pćtur hini bćđi. Hetta var samstundis fyrsti landskappingarsigur í Gřtu
Milic til 1-1 Pćtur til 1-2 Pćtur til 2-3
17.04.2005, KÍ - Skála, 0-2
Upprunaligi dysturin varđ avlýstur tí tađ var so nógvur vindur í Klaksvík, og nýggjur dystur varđ ásettur at vera leiktur týskvřldiđ 17. apríl. Tá hevđi eydnast at fáa útlendingarnar třkar og teir vóru allir viđ í hesum dystinum. Hetta var fyrsti landskappingarsigur í Klaksvík.
10.04.2005, Skála - ÍF, 3-3
Liđini lógu bćđi í oddinum tá hesin dysturin var spćldur. Skála hevđi helst fleiri mřguleikar, men kortini endađi javnt.
Jónhard til 1-0 Bogi til 2-1 Bogi til 3-2
28.03.2005, Skála - TB, 5-1 Er byrjanin góđ, verđur endin ofta góđur, sigur orđatakiđ. Vit mugu bara vóna, at okkurt er um tađ, tí byrjanin upp á hetta kappingaráriđ var undir řllum umstřđum sera góđ. TB var á vitjan og okkara vunnu viđ fimm málum móti einum.
Bogi til 1-0 Hanus til 2-0 Iulian til 3-0 Jónhard til 4-1 Jónhard til 5-1
21.03.2005, Skála - B36, steypakappingin 2-4
At Iulian Florescu hevur ein fram úr góđan sparkiteknikk vita řll. Hann hevur, helst sum tann einasti í landinum, skorađ beinleiđis upp á horna hjá trimum fřroyskum landsliđsmálverjum. Her hjá Jákupi í B36 málinum.
| |||||
|
|||||