![]() |
|||||
Um hondbóltin ... ...
Sjálvt um Skála serliga er kent sum fótbólts- og kappróðrarfelag, og kanska serliga sum eitt felag fyri menn, eru tað kvinnurnar, sum hava gjørt mest um seg tá tað um meistaraheitir ræður. Ikki so nógv í kappróðri sum í fótbólti, men í hondbóltinum hava kvinnurnar vunnið alt sum er vunnið.
Felagið hevur vunnið 11 meistaraheiti í kvinnudeildini, og tey eru býtt soleiðis. Tvey í gentum 12, tvey í gentum 16, trý í unglingadeildini, eitt í triðjudeild, eitt í aðru deild og tvey í fyrstu deild. Har til hevur felagið vunnið steypakappingina hjá kvinnum einaferð, so her er veruliga nakað komið á skafti.
Serliga var tað tann eini aldursbólkurin, sum gjørdi um seg. Gløggi lesarin varnast, at árstøl fella saman og hevur tú illgruna um, at leikarar bæði hava vunnið meistaraheitið í bestu kvinnudeild í hondbólti og í fótbólti, so ert tú á rættari leið.
Tað byrjaði, tá tær sum gentur vunnu gentur 12 í 1983. Í 1987 vunnu tær gentur 16 og í 1988 kvinnuunglingadeildina. Nú vóru tær so mikið vaksnar, at tær spældu í aðru deild og longu í 1990 vunnu tær og fluttu upp.
Tað endaði ikki her, tí longu fyrsta árið í bestu deildini - í 1991 - gjørdu tær ikki mætari enn at vinna greipuna. Meistaraheitið breyt longu sigursrøðina hjá Neistanum, sum hevði vunnið níggju meistaraheiti á rað, og 12-11 sigurin á VB í steypafinaluni staðfesti greipuna.
Árið eftir vann Neistin aftur, men longu í 1993 vunnu tær meistaraheitið fyri aðru ferð.
Síðan er ikki ikki so nógv hent við kvinnuhondbóltinum á Skála. Í 1995 vann liðið 3. deild, men eftir tað hevur verið friður. Nú er eingin hondbóltur í Skála Ítróttarfelag, tí bygdanna millum hava strandingar og skálamenn býtt tað soleiðis millum sín, at hondbólturin er á Strondum og fótbólturin á Skála.
| |||||
|
|||||