Um kappróđurin ... ...

 

Tađ var kappróđurin, sum í sínari tíđ var upprunin til Skála Ítróttarfelag.

 

Fyrstu árini lćntu skálamenn Sřlmund úr Runavík, men í 1969 varđ Skálabáturin, sum í nógv harrans ár var ítróttarligi stoltleikin hjá bygdini, bygdur.

 

Sjálvt um tađ fyri mong man tykjast, sum var Skálabáturin einasti báturin hjá felagnum í fleiri áratíggjur, er veruleikin tann, at Svanur bara er nřkur heilt fá ár yngri.

 

Bátar felagsins hava vunniđ nógv meistaraheiti og nógvar einstakar róđrar gjřgnum tíđina. Sambćrt hagtřlunum hjá RSF - tey ganga bara aftur til 1973 - hevur Skálabáturin vunniđ trý meistaraheiti, nevniliga í 1992, 1993 og í 1994. Stuttligt hevđi tó veriđ at fingiđ at vita, um báturin hevur veriđ meistari áđrenn hetta, og í so fall nćr.

 

Skálabáturin hevur eisini framt tađ bragd, at hann hevur bestu tíđ á Ólavsřku síđan 1973. Av teimum sjey bestu tíđunum á Ólavsřku, eigur Skálabáturin tćr fýra, har tann besta ljóđar upp á 3.52,00.

 

Svanur varđ keyptur í 1975 og longu sama ár vístu kvinnurnar tenn. Tćr gjřrdu ikki mćtari enn at vinna FM-heitiđ til bygdina og sjálvt um tađ framvegis er einasta meistaraheiti í kvinnuróđri telur tađ. Dreingirnir vóru - sum altíđ - eitt sindur í gongd, men tá gliđ kom á, steđgađu teir ikki aftur. Teir vunnu meistaraheitiđ fýra ár á rađ frá 1979 og so aftur í 1984. Og tađ eru tey níggju meistaraheitini bátarnir hava vunniđ.

 

 

Klikk á "UppTakt.."

 

Leggiđ út árar og reystliga rógvi ...

 
Skála Ítróttarfelag - www.skalaif.fo - webmaster: webbie@skalaif.fo.    Stjórna
knassar heimasíđuloysn