Bubbi_02.JPG

Bubbi_06.JPG

Bubbi_06.JPG

Bubbi_07.JPG

Stanley_01.JPG

Stanley_03.JPG

Stanley_05.JPG

Stanley_07.JPG

Stanley_09.JPG

 

Fram úr góð konsert

 

Bubbi_og_Eivor_saman.JPG 

Kristi Himmalsferðadag var ítróttarhøllin karmur um vísukonsert við trimum kendum tónleikarum. Eivør Pálsdóttir og Stanley Samuelsen vóru føroysku umboðini og Bubbi Morthens var útlendska íslettið hesaferð.

         Høllin var væl riggað til. Pallurin var har hann plagar at vera, ikki so høgur og væl dekkaður við blómum og kertiljósum, so tað var heilt heimligt á at líta. Stólar vóru settir upp so pláss var fyri eini 400 fólkum á gólvinum, og úti við áskoðaraplássini stóðu borð og stólar, har fólk kundu seta seg tá kaffisteðgur var.

                      Tað var Stanley Samuelsen sum legði fyri og tað gjørdi hann væl. Hann spældi fleiri av sínum kendu sangum og var í skemtingarsomum hýri. Stanley kom aftur á pallin í seinna parti og tí var framførsla hansara ikki so drúgv.

         Tað var framførslan hjá Bubba Morthens hinvegin. Ætlanin var, at hann skuldi framføra í 40 minuttir, men hann var næstan tvífalt so leingi á pallinum. Ikki tí at tað bilti nakað, tí hann er einastandandi góður enterteynari og syngur serstakliga væl. Framførslan hjá Bubba endaði við, at hann og Eivør jammaðu eitt felags lag, og tað var ikki sørt, at unga gøtugentan var speisk við íslendingin fyri at hava verið so drúgvur. Tað var sjónligt, tá hon fór at yrkja um kaffisteðgin ...

         Eftir steðgin var Stanley aftur fyrstur á pallinum og enn einaferð vísti hann síni fram úr góðu evnir. Stanley framførdi aftur hesa ferð nógvar stak vakrar sangir áðrenn hann lat pallin yvir til Eivør.

         Ársins føroyingur og helst okkara besta altjóða kort sveik heldur ikki álitið, tá hon við sínum eyðkenda stíli hertók pallin. Har sang hon og spældi, so tað var ein fragd fyri oyra. Eyguni fingu eisini sítt, tí tað er sera stuttligt at síggja, hvussu inniliga hon livir seg inn í sína framførslu.

         Kvøldið endaði við tveimum duettum millum Eivør og Stanley. Ein sera vakur og hóskandi endi fyri eitt – ella enn eitt – fram úr gott tónleikatiltak í høllini á Skála. Klokkan var um ellivu tá liðugt var og tá var tí at fara til hús.

                      Skal nakað keðiligt takast fram, má tað vera fullu áhoyrararnir sum vóru millum gestirnar. Tað er í veruleikanum ófatuligt, at vaksið fólk ikki duga at uppføra seg ordiliga eitt sovorðið kvøld. Fólk eru farin fyri at hugna sær og ikki at lurta eftir ballingartosi frá fullum monnum. Tí hevði tað verið meira sømiligt, at hesir gestirnir hildu seg burtur, tí teir oyðiløgdu kvøldið fyri nógvar gestir og tað er stórt spell.

 

Eivor_og_Stanley_saman.JPG 

Eivor_02.JPG

Eivor_01.JPG

Eivor_04.JPG

Eivor_06.jpg

Eivor_09.JPG

Eivor_og_Stanley_02.JPG

Eivor_og_Stanley_04.JPG

Bubbi_og_Eivor_02.JPG

Ahoyrarar.JPG

 
Skála Ítróttarfelag - www.skalaif.fo - webmaster: webbie@skalaif.fo.    Stjórna
knassar heimasíðuloysn